Heini og ungdómstónar í Immanuel

Í kvøld bjóðar Immanuel samkoman til café-kvøld, har ungdómsbólkar framføra nøkur løg, og Heini Lützen trínur á pall. Tað eru ungdómsbólkar úr ymiskum samkomunum, sum fara at framføra.

 

Fyrireikararnir siga, at tónleikurin skal njótast í rúsfríum umhvørvi saman við einum drekkamunni.

 

Eitt líknandi tiltak var fyri nøkrum árum síðani í KFUM, og fekk tað góða undirtøku.