Hernaðarsamtyktir
? Tíðir broytast og tað er neyðugt at fylgja við.
Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi, og elsti tingmaður floksins, er samdur við teimum sum halda, at tað er rætt at broyta henraðarsamtyktirnar hjá Føroya Løgtingi.
Hernaðarsamtyktirnar siga í stuttum, at Føroyar skulu haldast uttanfyri alt hernaðarligt virksemi og júst hesar samtyktir hava allar dagar verið eitt av fremstu hjartamálum hjá tjóðveldisflokkinum, sum hann ikki undir nøkrum umstøðum hevur viljað vikið frá.
Men nú í eina tíð hava vit varnast, at flokkurin hevur vent í hesum máli. Ikki minst hava tær yngru kreftirnar í flokkinum lufta tankan um at støðan í hernaðarmálinum var ikki so avgjørd longur.
Heini O. Heinesen er ein av tí eldra ættarliðnum í flokkinum. Hann er elsti tingmaður floksins og við sínum 18 árum á baki í tinginum, er hann eisini tann tjóðveldismaður, sum hevur sitið longst á tingi av teimum, sum nú manna flokkin.
Hann kom á ting í 1984 sat á tingi, tá ið kalda kríggi herjaði sum harðast og Tjóðveldisflokkurin tvíhelt sum fastast um hernaðarsamtykirnar.
Síðani hevur hann sitið á tingi út í eitt. Og eisini hann heldur, at tað er rætt at flokkurin skiftir støðu í hernaðarmálinum.
Politikkurin má broytast
?Tíðirnar eru nógv broyttar seinastu árini og tað er neyðugt at politikkurin eisini broytist so at hann samsvarar tíðini, sigur aldursforsetin hjá tjóðveldisflokkinum.
Hann vísir á, at kalda kríggi, sum vit kenna tað, er av og tað ikki longur er ein samanbrestur ímillum eystur og vestur, sum er størsta hóttanin ímóti mannaættini.
? Nú á døgum er figgindin ein heilt annar. Nú er yvirgangur okkara størsta hóttan og í mongum førum ikki so frægt sum vita vit, hvør fíggindin er.
Tí heldur Heini O. Heinesen, at tað er rætt at endurskoða hernaðarsamtyktirnar.
? Eg haldi framvegis, at vit skulu halda okkum uttanfyri alt hernaðarligt virksemi sum so. Men í mongum førum er tað ikki júst tað, sum er spurningurin. Og kunnu vit gera nyttu í stríðnum ímóti yvirgangi, eiga vit ikki at skáka okkum undan, heldur hann.
?Er ætlanin at gera eina heimsumfatandi eftirlitsskipan, sum m.a. skal brúkast í stríðnum ímóti yvirgangi, er tað ein spurningur um vi kunnu loyva okkum at sýta fyri at vera við so at vit koma at vera atvoldin til, at eitt stórt hol verður í hesi eftirlitsskipan, sigur formaður tjóðveldisfloksins á tingi.
Við hesum sigur Heini O. Heinesen ikki, at hann tekur undir við ætlanini, sum nú er frammi um útbyggingar í Føroyum.
?Tað eru vit ikki før fyri at taka støðu til, tí vit vita alt ov lítið um, hvat hon inniber. Tað mugu fleiri upplýsingar á borðið, áðrenn vit kunnu taka støðu. Og tað er júst hetta, sum uttanlandsnevndin hevur boðað løgmanni frá, sigur hann.
Hvussu við NATO- limaskapi?
Tá ið vit eru blivin sjálvstøðug tjóð, kann tann spurningurin takast til viðgerðar. At vera limur í NATO sum partur í danska ríkinum, har danska stjórnin umsitur limaskapin fyri okkum, førir bara til illgrunasemi, misnøgd og illgitingar.
? Tað hava vit eittt skúladømi um í hesum málinum, sum nú er frammi um ætlaðu útbyggingarnar , har danski forsætisráðharrin ikki vil svara spurninginum um, hvat hendir um føroyingar ikki vilja loyva útbyggingini, sigur Heini O. Heinesen.