Tað váttar formaðurin í Hondbóltssambandinum fyri Dimmalætting.
Sjey spælarar hava fingið leikbann, eftir eina hending í Bosnia í fjør, og tann fyrsti at verða leikbannaður var Heini Hanusarsson. Hann hevur longu sitið uttanfyri við leikbanni, sum venjarin hevur givið honum, men nú hava venjarin og Hondbólttsambandið gjørt av, at Heini Hanusarsson spælir ikki aftur á landsliðnum í ár.
- Orsøkin er ein blanding av øllum. Heini hevur úttalað seg um øll møgulig viðurskifti, sum hann er ónøgdur við, men hann hevur ongantíð tosað við okkum í HSF um hetta, sigur Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum, við Dimmalætting.
Leikbannið hevur við sær, at Heini Hanusarson ikki verður við til seks teir seinastu dystirnar í EM-undankappingini.










