Heini dømdi sín fyrsta dyst í Betrideildini hjá monnum

25 ára gamli Heini Ziskason Viðoy dømdi dystin AB-Víkingur 0-0

Teir 300 áskoðararnir, ið vóru til dystin úti í Vika á Argjum millum AB og Víking ígjár sóu ein høvuðsdómara á vøllinum, ið ikki hevur roynt seg í bestu mansdeildini áður.

 

25 ára gamli Heini Ziskason Viðoy fekk debut sum dómari í bestu mansdeildini. 

 

Í dystinum gav Heini heimaliðnum, AB fimm gul kort og útiliðnum, Víkingi eitt gult kort.

 

Heini dømdi fyrsta dystin í vaksnamannafótbólti 30. apríl í 2016. Talan var um ein dyst millum 07 Vestur og TB í 2. deild.

 

Heini hevur dømt 31 dystir hetta kappingarárið. Talan hevur verið um dystir í 1. deild, í 2. deild, í Betrideildini hjá kvinnum, U21-dystir og stórsteypadystin hjá kvinnunum millum KÍ og NSÍ. 

 

Kelda: Faroesoccer