Heindahl skal undir skurð og verður úti í mánaðir

Kathrine Heindahl fekk skaða í liðbandið og spælir ikki meira. Fyri hana kemur Kaja Kamp i HM bólkin.

 

Tað sást langa veg, hvussu ilt Kathrine Heindahl hevði í knænum. - Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Tað fór eitt suð ígjøgnum høllina, tá Kathrine Heindahl í gjárkvøldið brádliga lá og skríggja á gólvinum HM hálvfinaluni millum Danmark og Noreg í gjárkvøldið.

Men er ikki so galið hjá roynda spælaranum, sum stúrandi kundi verið fyri.

Dansk Hondbold upplýsir í dag, at Kathrine Heindahl hevur fingið skaða í eitt liðband í knænum, og hon er tí farin av liðnum við krossbandsskaða, sum er eitt sindur verri.

Hon skal tó undir skurð og væntandi vera úti í einar tríggjar til fýra mánaðir.

 

##med5##

– Vit eru fyrst og fremst rættilig hørm um skaðan hjá Heindal, men samstundis eru tað lættir eitt sindur, at skaðin ikki er so stórur, sum vit kundu stúrt fyri, sigur Jesper Jensen, danskur landsliðsvenjari.

– Tá ein spælari ferð í gólvið og tekur um knæið, verður altíð stúrt fyri tí ringasta, og sjálvt um vit gráta við Kathrinu og heldur vildu sloppið undan skaðanum, eru tað hóast alt góð tíðindi, at skaðin ikki er so ringur, sum stúrandi var fyri, sigur hann.

 

##med2##

Í landsliðsbólkin kemur fyri Kathrinu Heindahl Team Esbjerg-spælarin Kaj Kamp til bronsudystin ímóti Svøríki í morgin.

Kathrine Heindahl er hørm um støðuna og sigur:

– At spæla HM á heimavølli hevur verið ein stórur dreymur, sum er gingin út, og eg havi notið hvønn einasta minutt, so sjálvandi eri eg sera hørm um ikki at gera hesa HM ferðina lidna inni á vøllinum saman við liðnum.

 

##med3##

– Men nú vóni eg bara, at tær tryggja sær hasi bronsuheiðursmerkini í morgin, sigur hon.

Kathrine Heindahl mátti berast av vøllinum í seinna hálvleiki í halvfinaluni ímóti Noreg í gjár.

 

##med4##

/ritzau/

 

 

 

Tað sást langa veg, hvussu ilt Kathrine Heindahl hevði í knænum. - Foto: Henning Bagger/Ritzau Scanpix