Tað er ikki á hvørjum degi at vit hava ein internationala frumframførslu í Føroyum. Men leygardagin 12. Juli kl. 17 kunnu vit fáa hesa forkunnugu uppliving, tí tá verður tónleikaverkið Tróndur í Gøtu frumframført í Gøtu Kirkju. Verkið er skrivað fyri kamarorkestur, kór og solistar, og tað er heimskendi Gavin Bryars ið hevur skrivað tónleikin.
Luttakararnir á konsertini eru Aldubáran, Rúni Brattaberg, Eivør Pálsdóttir og Eystanljóð, meðan Gavin Bryars dirigerar sjálvur.
Tónleikurin er bygdur á eitt úrval av tekstum, ið er skrivaðir um Trónd í Gøtu, men verkið er eisini tíðiliga inspirerað av St. Brendan, og inniheldur fleiri tekstir um hann. Føroysku tekstirnir er allir uttan kredda Tróndar skrivaðir av Djurhuus monnunum.
Fyri hundrað árum síðani undraðist Símun av Skarði á, at eingin standmynd var reist av Tróndi. Tað skuldu ganga neyvt 100 ár, áðrenn hendan undran bleiv svarað. Fyri einum ári síðani kom rættuliga glið á arbeiðið við at gera standmynd av Tróndi, og 12. Juli 2008 bleiv kosin at vera at verða dagurin, tá føroyingar loksins fingu standmynd av Tróndi í Gøtu reista og tað er í hesum sambandi at verkið verður framført.
Allatíðina hevur verið ætlanin, at dagurin skuldi verða nakað heilt serligt, og hugsað var bæði væl og leingi, hvussu hetta skuldi fremjast. Tá ein av høvuðsmonnunum handan standmyndina Árant Hansen í Norðragøtu á Ólavsøku í fjør møtti Rúna Brattaberg í Havnargøtum fullu brikkarnir uppá pláss.
Hugskotsríki Rúni skeyt upp at skriva eitt verk um Trónd í Gøtu, ið skuldi frumframførast, tá standmyndin varð avdúkað. Rúni hevði sjálvur fyri nøkrum árum síðan fingið skrivað eitt verk um Egil Skallagrímsson, og var áhugaður at fáa skrivað eitt verk afturat um Trónd í Gøtu.
Heitt varð á Gavin Bryars, ið eisini hevði skrivað verkið um Egil Skallagrímsson, um at skriva verkið, og var hann sera spentur beinanvegin.
Ikki er altíð so langt frá hugskoti til verunleika, leygardagin kunnu vit sessast í Gøtu Kirkju og heysta ávøkst frá einum tokutum ólavsøkuhugskoti. Vit kunnu uppliva nøkur av okkara bestu tónlistafólkum á einum og sama palli býta út av sínum gávum, vit fara at uppliva eitt samstarv ímillum yrkistónlist og áhugatónlist. Føroyski og altjóða tónleikaheimurin hittist og siðbundna søgan og mergjaðu orðini verða latin í nýggjar og nútímans tónar.
Nei, Tróndur gamli hevur ivaleyst ikki vent sær í grøvini fyri seinastu ferð.










