Heimskendur basssnillingur til Føroya

Nú er greitt, at Chris Minh Doky kemur til Føroya at leika við Sanne Salomonsen á Jazzfestivalinum. Hann er av mongum mettur sum fremsti bassleikari í heiminum í dag og hann kemur beina leið úr New York til Føroya og heldur síðani somu leið heim aftur til New York, har hann í løtuni spælir inn fløgu. Hann spælir við teim bestu og eisini hevur hann hitt amerikanska forsetan Bill Clinton

Tá Sanne Salomonsen hósdagin kemur til Føroya, so hevur hon heili 12 fólk í ferðalag við sær. Ein teirra er heimskendi danin, Chris Minh Doky, ið býr í New York. Saman við bróðurinum Niels Lan Doky, hevur hann givið fløgur út, og Doky Brothers eru heimskendir.

Chris Minh Doky telist millum heimsins bestu bassleikarar, og tey kendu tónleikanøvnini standa í røð, fyri at fáa hann á pall ella á fløgu og hetta er galdandi innan allar tónlistagreinar. Chris er á ferð í 10 mánaðir árliga. Saman við Sanne Salomonsen inspældi hann In a New York Minute, sum gav teimum báðum platín. Væntandi verður okkurt av hesi fløgu at hoyra á Jazzfestivalinum, tá tey fara á pallin um eina viku.

Chris var borin í heim í Keypmannahavn 7. februar 1969. Hann hevur pápa úr Vietnam og danska mammu. Seks ára gamal byrjaði hann at leika klaver og 15 ára gamal byrjaði hann at spæla el-bass. Tvey ár seinni byrjaði hann at leika akustiskan bass. Tá hann gekk á konservatoriinum í Keypmannahavn, fekk hann fleiri heiðurtekin og viðurkenningar.


Doky og NHØP

Chris Minh Doky hevur í blaðnum Politiken verið nevndur einasti annar bassleikari, sum viðvíkjandi sambandinum við sítt ljóðføri, kemur hinum heimskenda dananum og bassleikaranum Niels Henning Ørsted Petersen nær.

Sjálvur sigur Chris, at sjálvt lagið, melodiurin, er av stórum týdningi, tá hann leikar. Hetta heldur hann koma av, at hann er uppvaksin í Danmark, har sangbókin hevur sett síni spor og enn hevur nakað at siga fyri hann.

Men tað var ein pláta við Miles Davis, ið broytti lívið hjá Chris. Har hoyrdi hann Ron Carter og hetta fekk hann at taka kontrabassin í hond.


Hitti Clinton

Bæði Doky Brothers, og Chris Minh Doky sjálvur, hava leikt við teim bestu og størstu stjørnunum. Á eini konsert saman við David Sanborn í Hvítu Húsunum, fekk Chris enntá hitt amerikanska forsetan Bill Clinton.

Umframt Sanborn, so hevur Chris samstarvað við t.d. Mike Stern, Bill Evans og Sakamoto, fyri at nevna nøkur fá nøvn. Annars ferðast hann í løtuni nógv við Sanne Salomonsen, men hevur eisini ferðast í majmánað við Randy Brecker Group.

Chris Minh Doky kemur til Føroya hósdagin og fer avstað aftur leygardagin. Fríggjakvøldið 13. august stendur hann á føroyskum palli á Jazzfestivlinum, og hóast tað kann tykjast onkrum løgið, so er hesin lítillátni, ungi bassleikarin kanska størsta navnið á festivalinum í ár.