Klokkan fýra leygardagin verður ein áhugaverd konsert í skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Á skránni verða Rut Ingólfsdóttir, sum byrjaði at spæla violin sum fimm ára gomul, klaverleikarin Gerrit Schuill og 17 sangarar verða eisini við.
Rut Ingólfsdóttir, sum er virkin violinspælari, hevur áður vitjað í Føroyum - eitt nú saman við íslendska symfoniorkestrinum - har hon eisini hevur verið solistur. Eisini vitjaði hon Føroyar í 1997. Hon er sera vælkend í Íslandi.
Nevnast kann, at hon var á almennari vitjan í Føroyum í 1998 saman við manni sínum Bjørn Bjarnasyni, sum er løgmálaráðharri í Íslandi.
Rut hevur undirvíst á tónlistaskúlanum í Reykjavík og var stovnari av Reykjavíkar strúkiorkestri, sum hon eisini hevur verið leiðari á.
Gerrit Schuil, búsitandi í Íslandi, er úr Hálandi. Hann er ein frálíkur klaverspælari og hevur havt so frægar lærarar sum eitt nú John Lill og hevur havt fleiri konsertir í Royal Albert Hall í London.
Á konsertini luttaka eisini 17 Sangarar við norðurlendskum sangum.