Heimsins størsti silvurskattur fingin upp av havsins botni

110 tons av reinum silvuri eru fingin upp úr fimm kilometra dýpi. Dýri skatturin gevur ovurstóra bjargingarløn.

Serfrøðingar á amerikanska skipinum Odyssey Marine Exploration eru lidnir við heimsins mest gevandi bjargingaruppgávu, skrivar Jyllandsposten.

Knappar 500 km vestan fyri Írland hava teir í tvey ár roynt at fingið ein stóran skatt frá seinna heimsbardaga av havsins botni.

Fyrst 1919 sigldi handilsskipið Gairsoppal millum Ongland og havnir í Avstralia, India og Eysturafrika. Men eftir at kríggj brast á í 1940, varð Gairsoppal eins og onnur handilsskip brúkt at flyta stríðsútgerð millum lond.

Í 1941 søkti ein týskur kavbátur 412 fót langa stálskipið. Á síðstu ferð síni úr Calcutta í India hevði Gairsoppa nærum 7.000 tons í lastini, harímillum stóra mongd av silvurbarrum. Bara ein maður varð bjargaður.

Í 2010 bjóðaði bretska flutningsmálaráðið út uppgávuna at fáa silvurfarmin upp av havsins botni. Amerikanska felagið Odyssey átti hægsta boð og fekk uppgávuna.

Bjargingarfelagið rindar sjálvt allar útreiðslur og fær 80 prosent av virðinum á skipslastini.

Sambært Odyssey er hesin 110 tons tungi silvurskatturin virðismesti farmur av dýrum málmi, sum fingin er upp úr sjónum.

Mett verður, at virðið á fonginum er meir enn ein milliard krónur. Av tí fær bretski staturin 20 prosent.

(Mynd: Odyssey Marine Exploration)