Helgi Abrahamsen
Grønlendski fólkatingsmaðurin Kuupik Kleist hevði eina grein í Dimmalætting í farnu viku, har hann gjørdi viðmerkingar til tað, sum ein blaðmaður á Dimmalætting skrivaði tann 24. august um ætlanirnar hjá Útnorðurráðnum um undirvísing í grønlendskum og íslendskum í føroyska fólkaskúlanum.
Av tí at undirritaði hevur ført somu sjónarmið fram sum blaðmaðurin, loyvi eg mær at koma við hesum viðmerkingunum.
Kuupik Kleist sigur í greinini, at tað er at yvirmeta samtyktina hjá Útnorðurráðnum, tá ført verður fram, at ráðið vil hava føroysk børn at læra grønlendskt og íslendskt í fólkaskúlanum. Lat okkum vóna at so er. Men sambært tí sum Útvarpið segði frá fundinum í Útnorðurráðnum, so er talan ikki um eina yvirmeting. Útvarpið segði millum annað soleiðis (orðarætt endurgivið):
Vit skulu duga betur at skilja og tosa grønlendskt og íslendskt við. Grannamálini skulu á tímatalvuna í fólkaskúlanum í útnorðri, ja útnorðurbúgvar skulu læra meira um viðurskiftini hjá hvørjum øðrum yvirhøvur. Á landsfundinum sum endaði í gjár mælti Útnorðurráðið stjórnini í Íslandi, og landsstýrunum í Føroyum og Grønlandi til, at seta í verk undirvísing í søguni, samfelagsviðurskiftunum, mentanini og málunum hjá hvørjum øðrum. Hetta skal vera fastur táttur í tímatalvuni í fólkaskúlanum, og heitt verður á londini um at gera felags undirvísingartilfar á øllum trimum málum (endurgeving endað).
Eg ivist onga løtu í, at tá eitt fak fær pláss á tímatalvuni sum eitt av teimum føstu fakunum, so er tað tekin um, at fakið verður tikið rímiliga seriøst. Og tað at nýtt undirvísingartilfar skal gerast til nevnda fakið, ber boð um, at tað verður raðfest hægri enn nøkur av verandi fakum, har skúlabøkurnar ikki eru endurnýggjaðar í mong ár. Tí vísti eg á í míni grein, at tá økt undirvísing í enskum skuldi á tímatalvuna, so varð beinan vegin tosað um, hvat fak skuldi víkja, fyri at geva pláss fyri hesum, og tá var tað fyri mongum ein sjálvfylgja, at tað skuldi vera danskt, sum mátti víkja. Grundgevingin var, at í stóru verð tosaðu fólk ikki danskt, men enskt. Um íslendskt og grønlendskt nú eisini skulu á tímatalvuna, so havi eg hug at spyrja, um undirvísingin í enskum longu skal minka aftur, ella hevur onkur kanska aftur hesa ferð hugsað um at tað skal ganga út yvir dansktundirvísingina ? Og forrestin! hvussu nógv í stóru verð tosa grønlendskt?
Hvat er endamálið?
Kuupik Kleist skrivar í greinini seinasta mikudag millum annað: Jeg er overbevist om, at både Færøerne, Grønland og Island vil klare sig langt bedre i forhold til globaliseringer, hvis vi øger videns- og erfaringsudvekslingen mellem os og står sammen som region på flest mulige planer. Hetta sigur hann er ein orsøk til, at vi i Vestnordisk Råd arbejder på at ruste ungdommen til globaliseringen ud fra et regionalt perspektiv.
Til hetta er at siga, at Føroyar og Grønland hava longu frammanundan eitt tætt samstarv á uttanríkispolitiska økinum. Vit hava jú, sum partur av danska ríkinum, felags uttanríkispolitikk við Danmark. Men so vítt eg veit, arbeiðir Kuupik Kleist við hond og fót fyri at loysa okkum úr verandi ríkisrættarligu støðu, og nú vísir tað seg, at sami maður arbeiðir eisini fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Ísland. Hann vil hava Danmark út og Ísland inn. Og her er tað, at ynskið kemur fram, um at vit skulu læra meira um søgu, mál og mentan hjá grønlendingum og íslendingum, samtíðis sum sterkar kreftir virka fyri at troka danskt út úr skúlunum.
Og so kemur tann brennandi spurningurin: Verða vit meira altjóðagjørd saman við Íslandi enn saman við Danmark ?
Tí vísti eg á í míni grein, at við at duga danskt, kunnu vit samskifta við íbúgvarnar í bæði Danmark, Noreg og Svøríki (einar 19 mió. fólk). Hetta eru hóast alt meira enn 50 ferðir so nógv fólk sum tað búgva tilsamans í Íslandi og Grønlandi. Danmark er limur í ES, har tað búgva 480 mió. fólk, meðan Ísland er limur í EFTA, sum telur 3,4 mió. fólk. So her átti at verið lætt at valt, um endamálið er at blíva meira altjóðagjørdur.