Heimsins elsti persónur - japanska kvinnan Tomiko Itooka - er deyð. Hon gjørdist 116 ára gomul.
Tað siga tíðindastovurnar AFP og dpa frá.
Hon doyði 29. desember á einum røktarheimi í býnum Ashiya, har hon hevði búð síðani 2019, boðaði borgarstjórin í Ashiya frá leygardagin.
- Tomiko Itooka gav okkum dirvi og vón alt sítt langa lív. Tað takka vit henni fyri, sigur borgarstjórin í fráboðan.
Itooka varð útnevnd til heimsins elsta persón í september, tá Maria Braynas doyði 117 ára gomul.
Tá Itooka fekk heiðurin, segði hon "takk fyri."
Hon varð fødd 23. mai 1908, í býnum Osaka - fýra mánaðir áðrenn fyrsti Ford Model T varð sýndur fram. Og tveir mánaðir áðrenn fjórðu olympisku leikirnir vórðu hildnir.
Itooka megnaði eisini at yvirliva bæði fyrra og seinna heimsbardaga.
Hon var elst av trimum systkjum, og í sínum yngri døgum spældi hon flogbólt.
Sambært miðlinum Euronews hevði Itooka ein virknan lívsstíl - eisini sum hon gjørdist eldri.
Tá hon var í 70’unum, gekk hon tvær ferðir upp á Mount Otake á 3067 metrum. Tað undraði ferðaleiðaran, at hon klintraði upp á fjallið í renniskóm heldur enn gongustivlum.
Í 80’unum luttók hon á pílagrímsferð, har hon vitjaði 33 tempul. Og tá hon var 100 ára gomul, gekk hon upp tær longu steintrappurnar til Ashiya-helgidómin í Japan uttan at brúka stav.
Áðrenn hon doyði, dámdi henni væl at eta bananir og at drekka eitt vælumtókt japanskt mjólkasodavatn, skrivar AFP.
Síðani desember 2023 var hon eisini elsti persónur í Japan.
Japan er eitt av londunum í heiminum við hægsta livialduri. Miðal livialdurin er 85 ár.
Í september vóru metnógvir japanar 100 ár ella eldri. Her vóru fleiri enn 95.100 fólk 100 ár ella eldri.
Elsti persónur nakrantíð var franskvinnan Jeanne Calment. Hon livdi til hon var 122 ára gomul og doyði í 1997.
Itooka legði eftir seg fýra børn og fimm barnabørn.
/Ritzau/