Tað er vanliga ein stór uppliving, um tað eydnast at fáa fatur á eini av troyggjunum hjá útlendsku stjørnunum, tá hesar vitja. Pól Nolsøe Mikkelsen eigur tó nakrar av slagnum, sum pápin hevur fingið til høldar, men leygardagurin var kortini serligur í so máta. Tí tað er nú ikki hvønn dag, at troyggjan hjá heimsins besta málverja kann skaffast. Enn tá uttan at hon er turkað fyrst. Og heima sleppur hon so upp at hanga saman við troyggjum hjá eitt nú Schmeichel, Van der Saar, Kahn og øðrum. Og man ikki troyggjan hjá pápanum, Jákup, eisini hanga onkra staðni á vegginum.