Heimligi bólturin rullar aftur

Í dag verður sjøtil settur á 16. umfar, sum fyri tað mesta verður spælt í høvuðsstaðnum

Eftir summarsteðg síðani fríggjakvøldið 27. juni er fótbóltur í bestu deildini aftur á skránni. Tveir dystir í 16. umfari eru á skránni í dag. Ein verður spældur í morgin, og ein verður spældur týsdagin.

Síðani landskappingin fór í summarfrí hava fýra feløg kappast í europeisku kappingunum. Víkingur er framvegis við í Europa liguni, og tað ber við sær, at fimti dysturin í 16. umfari í landskappingini ikki verður spældur mikukvøldið soleiðis, sum tað annars var ætlað. Av góðum grundum ber ikki til enn at siga, nær dysturin í Runavík millum NSÍ og Víking verður spældur.

Tríggir dystir verða spældir í høvuðsstaðnum á ólavsøku. Tann fyrsti er longu í dag, tá ið AB fær vitjan av EB/Streymi. Í morgin, ólavsøkuaftan, fær HB vitjan av B68, og ólavsøkudag fær B36 vitjan av KÍ.

Fjórði dysturin hesa ferð verður spældur í Fuglafirði, har ÍF í dag fær vitjan av Skála.

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu. Hann er høgur í ættini, lotið er millum lítið og einki, hitin er longu komin upp á 14 stig nógva staðni, tað er turt, og sólin hevur hug at kaga undan.

 

Í dag

ÍF-Skála: Páll Augustinussen kl. 15.00

AB-EB/Streymur: Alex Troleis kl. 15.00

Í morgin - ólavsøkuaftan

HB-B68: Petur Reinert kl. 18.00

Týsdagin – ólavsøkudag

B36-KÍ: Dagfinn Forná kl. 16.00

Útsettur

NSÍ-Víkingur

 

Støðan undan 16. umfari

B36 37

HB 30

Víkingur 26

EB/Streymur 22

NSÍ 21

KÍ 20

ÍF 17

AB 13

B68 9

Skála 9