Heimføðisligur ótti fyri útlendskum kapitali

- Bíðipolitikkurin seinastu fimm árini við ikki at fremja skilnað millum alment og privat hevur saman við heimføðisligum ótta fyri útlendskum kapitali forðað fyri nýskapan og máttmiklum vinnuligum framburði í Føroyum, sigur Menningarstovan

Vinnulív

Menningarstovan heldur eftir at døma ikki, at landsstýrið, sum sat undan hesum, framdi nakrar kollveltingar á vinnupolitiska økinum. Hetta kemur fram í ársfrágreiðingini hjá stovninum, sum júst er almannakunngjørd.
- Seinastu fimm árini hava verið merkt av "politiskari semju" um at bíða við at fremja skilnað millum alment og privat. Gerð av álitum um einskiljing og partabrævamarknaður hava verið nýtt sum undanførsla fyri ikki at fremja henda skilnað, sum vinnupolitikkurin leggur upp til, og sum gongur við risaferð í okkara samstarvslondum.
Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni, sigur, at úrslitið av hesum bíði-politikki hevur forðað fyri nýskapan og nýskiping av føroyskum vinnulívi og harvið fyri máttmiklum vinnuligum framburði seinastu fimm árini.
- Uttan mun til, um vit hava skipað "almenna partin" av vinnulívinum í partafeløg og sjálveigandi stovnar, verða hesar fyritøkur kortini ikki mettar sum fult vinnuligir samstarvspartar uttanlands. Almenni áhugin er eyka váði. Hann avmarkar, hvussu nógv útlendskir samstarvspartar tora at binda seg til føroyskar fyritøkur.

Ótti fyri kapitali

Stjórin á Menningarstovuni sigur í ársfrágreiðingini, at ein onnur forðing fyri nýskapan og nýskiping er tað, hann kallar heimføðisligi óttin fyri kapitali og serliga fyri útlendskum kapitali.
- Kapitalur hevur síni egnu einføldu áhugamál. Hann fer har, vinningur og trygg vinnulig viðurskifti eru. Eru hesi kappingarfør í Føroyum, leitar hann ikki burtur. Kapitalur hevur ikki so mong og mógtsigandi áhugamál. Hann metir bert um lívføri og útlit ? ella sagt við øðrum orðum; hann metir um møguleikarnar fyri framburði og trivnaði.
Kjartan Kristiansen sigur, at nevndu forðingar hava elvt til, at íborin máttur í føroyska samfelagnum hevur ligið niðurbundin av politiskum skipanum og gomlum strukturum.
- Samfelagið hevur verið uttan tann íblástur, sum nýggjur kapitalur og nýggjar, ungar vinnukreftir uppá gott og ilt kundi givið.

Okkurt kortini?

Men okkurt er kortini hent, heldur Menningarstovan.
- Eydnast hevur at bøtt munandi um undirstøðukervið, og vit eiga at vænta okkum nógv av komandi tunnilssambandinum til Norðoyggjar. Kapping er komin innan telesamskifti við munandi betri samskiftismøguleikum úteftir. Vit fara vónandi at síggja nýggj frambrot innan KT-vinnu í Føroyum ? og tá serliga um almenni mastodonturin innan hesa vinnu, Elektron, gerst vinnuligur, og um føroyskar KT-fyritøkur sleppa framat at royna seg við nýggjum uppgávum í Føroyum.
Kjartan heldur, at hóast vit á nógvum økjum enn ikki hava megnað at gjørt okkara regluverk í samsvari við altjóða regluverk, gongur rætta vegin.
- Heilsufrøðiliga avtalan við ES er eitt tað týdningarmesta stigið, sum er framt á hesi leið. Hetta er í roynd og veru einasta munagóða stigið, ið tikið er síðan sáttmálin við ES kom í gildi í 1992. At Føroyar verða fevndar av al-evropeiska upprunaøkinum, 1. januar 2005, er vónandi eitt annað týdningarmikið stig.
Menningarstjórin heldur, at skærastu glottarnar um føroyskt kappingarføri hava vit kortini sæð innan kreativar vinnur í seinastuni.
- Eg hugsi í hesum sambandi um tónleik, myndlist, bókmentir og design í rúmari merking, sigur stjórin á Menningarstovuni, Kjartan Kristiansen.