Heimaflotin er við sviðusoð

Vaksandi fiskiríkidømi í kom við makrelinum, hevur í alt og lítlan mun, gagna heimaflotanum. Hettar fara vit, í Javnaðarflokkinum at gera nakað við, í komandi valskeiði.

Vaksandi fiskiríkidømi í kom við makrelinum, hevur í alt og lítlan mun, gagna heimaflotanum. Hettar fara vit, í Javnaðarflokkinum at gera nakað við, í komandi valskeiði.

 

 Vit halda at tað hvørki gagnar vinnuni ella manningunum, at so at siga allur heimaflotin, hevur reyð tøl á botnlinjuni. Samstundis sum vit hava søguliga, nógvan uppsjóvarfisk í heimasjógvi.

 

 Tí skal bøtast munandi um, hjá heimaflotanum. Hettar eigur at vera gjørt, við býtis avtalu við onnur lond. Vit kunnu til dømis geva makrel, fyri botnfisk í norskum sjógvi, til partrolarar og lemmatrolarar.

 Nú toskurin eftir øllum at døma, svimur uppá land í Grønlandi aftur. Eiga vit beinanvegin, at royna samráðingar, við Grønland, um at teir fáa makrel aftur fyri, at vit fáa tosk í Grønlendskum sjógvi.

 

 Ísland hevur í 150 ár, veri sera umráðandi partur av veiðuni hjá húkaflotanum, tað veri seg Línuskip og Snellubátar.

 Hettar hava vit lati íslendingar sabotera, uttan at nakar í politisku skipanini, hevur læti við seg koma.

 Tað fari eg at gera nakað við í komandi valskeiði,

 Tað er hjá línuskipunum nú, so at siga ómøguligt at fiska kvotuna upp. Íslendingar hava sett so strangar treytir, við hjáveiðu, at tað næstan ikki ber til at fiska longur. Vanliga fólki í Íslandi, hevur so stóra virðing fyri okkum Føroyingum, at vit eiga at kunna pressa Stjórnina so mikið, at vit aftur fáa gomlu skipanina galdandi, hettar vil eisini økja munandi um, veiðu PR dag, og har við lønsemi hjá serliga Línuskipunum.

 Eitt í eg haldi vera undir alt lágmark, er tað í nú 2 ár á rað hevur rakt Næraberg. Hettar eigur at gera at Hoyvíkssáttmálin, verur uppsagdur eygablikkiliga, so at vit fáa hettar fest á blað, at vit hava tveir partar, í hava fyrimunir ella er eingin sáttmáli.

 

 Hettar er millum annað tað í eg fari at arbeiða fyri á Løgtingi.

 

 Kristoffur Gaardlykke

 X við C