Akureyri 12.12.2001
Í væl yvir tjúgu ár hava føroyingar á Norðurlandinu fingið høvi til at senda Jólaheilsur heim til skyldfólk og vinir. Ríkisútvarpið á Akureyri hevur við vælvilja loyvt okkum at taka Jólaheilsurnar upp hjá sær, Útvarp Føroya hevur so útvarpa teimum, og eru vit hesum báðum útvarpstøðum takksamir fyri lut teirra í hesum flutningi.
Nú sær út til at ikki verða sendar slíkar heilsur hetta árið, orsøkin er kanska helst hon, at tað fólk sum staðið hevur fyri hesum, eru við at verða eldri fólk, og ikki allt so fríkst longur, og ikki sær út at føroyingar leiti meir higar at búgva. Hóast skyldfólk og vinir heima ikki kunnu hoyra heilsuna senda, tá kunnu vit vissa tykkum um at hugurin er heima um Jól, og hóast fjørutiu og fimmtiu ár og hjá summum meir eru liðin síðan hildin vóru Jól heima í Føroyum, tá er húgurin heima og jólahaldið, sum tá var allt annarleiðis en nú er, tá er gleðin tann sama gleðin um at Hann, sum sagt hevði verið frá at skuldi koma, kom á Jólum. Fólkið sum gekk í myrkri fekk at síggja ljósið, ljósið sum rak burt myrkrið sum mannaættin hevði í angist livað undir.
Føroyingafelagið á Norðurlandinum sendir skyldfólk og vinum runt oyggjarnar kæra Jólaheilsur, somuleiðis senda vit øllum landsmonnum kærar heilsur við vón um at jólahátíðin verði gleðihátíð sum veitir birtu og yl.
Føroyingafelagið á Norðurlandinum Akureyri