Heilsufrøðiliga: Børn skulu ikki fáa orkudrykkir

Orkudrykkir eru ikki til børn. Tað staðfestir Heilsufrøðiliga Starvsstovan í kunningarskrivi, ið bleiv lagt á heimasíðu teirra í dag.

 

Í skrivinum stendur, at eitt barn, sum vigar 40 kilo (uml. 11 ár), ikki skal hava meir enn 100mg av koffein um dagin. Í einum 0,5l orkudrykki er vanliga um 160ml av koffeini.

 

Metingin er gjørd út frá børn skulu ikki fáa meira enn 2.5mg koffeign pr. kilo tey viga, um dagin.

 

Ov nógv koffein kann hava nógv hjáárin so sum ov høgt blóðtrýst, hjartabankan og andaneyð.

 

Sí meir her.