Heilivágsstuldur á Landssjúkrahúsinum

Ósæddir tjóvar brutu seg sunnukvøldið inn á heilivágsgoymsluna á Landssjúkrahúsinum og findu hendur á umleið 50 sterkum tablettum

Randi Jacobsen

Landssjúkrahúsið er altíð opið, og tað ber til hjá øllum at smoyggja sær inn um dyrnar og fara hagar, tey hava hug at fara.
Hesum hevur eitt ella fleiri fólk gjørt sær dælt av sunnukvøldið millum kl. 18 og 21.30.
Eingin á Landssjúkrahúsinum hevur varnast nakað óvanligt. Hann, hon ella tey eru farin tríggjar hæddir upp og hava brotið hurðina inn til heilvágsgoymsluna.
Sambært politinum eru stolnar umleið 50 tablettir, stesolid og nakað av sovitablettum.
- Tað er eyðsæð, at tey, sum hava verið har, vistu, hvar tey skuldu fara, og hvat var at finna, sigur politiið.
Sum skilst er gongdin ómannað um vikuskiftið, og tá er goymslan eisini stongd.
Tað eydnaðist ikki í dag at fáa nakra viðmerking frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. Vit vildu fegin fingið at vita, um tey halda tað vera rætt, at so lætt er at koma inn á sjúkrahúsið, og um heilivágurin er nóg trygt goymdur.


Tjóvarnir eru ósæddir slopnir inn á heilsivágsgoymsluna á Landssjúkrahúsinum