Heiðra bókasavninum og Josefinu Jacobsen

Á skránni verður felagssangur, heilsanir, góður drekkamunnur, og Kirkjukórið fer eisini at luttaka við sangi.

 

 

 

Mikudagin hin 29. september klokkan 16 verður almenn móttøka í Tofta skúla.

 

Móttøkan verður skipað í samband við, at bókasavnið er 50 ár - og løtan verður eisini til heiðurs fyri Josefinu Jacobsen, sum hevur verið við frá byrjan.

 

Tað eru bókasavnsnevndin og Nes kommuna, sum skipa fyri móttøkuni.

 

- Á skránni verður felagssangur, heilsanir, góður drekkamunnur, og Kirkjukórið fer eisini at luttaka við sangi, siga tey í Nes kommunu í dag.