Heidi vann 500.000 krónur í Gekkinum

– Noy, eg steðgi her, segði Heidi Andreasen í Klaksvík, tá gekkaverturin spurdi, um hon fór at snara einaferð afturat.

Heidi Andreasen í Klaksvík var tann hepna, sum slapp at snara gekkahjólinum í kvøld, nú gekkaupphæddin var upp á 1.500.000 krónur.

Hon valdi at býta Gekkin í trý, soleiðis at 500.000 krónur fóru í hvønn Gekk.

Við fyrsta snarið kom hon á 10.000 krónur, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur. Men hon valdi at halda fram. Og við annað snarið komin hon á bláa Gekkin. Og sum vera man valdi hon at steðga og fekk harvið 500.000 skattafríar krónur.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##