TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við roynda áleyparan, Heidi Sevdal, sum skoraði tvey mál í 5-1 sigrinum á Luksemborg í HM-undankappingardystinum á Tórsvølli fyrr í kvøld.
Heidi Sevdal staðfestir, at tað fyrsta málið, sum kom tíðliga í dystinum gav teimum ró yvir spælið, og gav føroysku spælarunum nakað at byggja uppá.
Heidi Sevdal, sum er blivin mamma síðani seinast hon spældi við í einari undankapping undirstrikar, at hon hevur gjørt nógv fyri at koma á tað gamla støðið aftur, og hon stórfegnast um at verða partur av einum landsliði, har hon kann umboða Føroyar.
Í samrøðuni greiðir Heidi Sevdal eisini frá báðum málunum hon skoraði í kvøld.










