Heidi Andreasen hevur verið til svimjikapping í Suðurafrika seinastu vikuna, og úrslitini hjá henni hava verið stak góð. Fyrr í vikuni hevði hon vunnið silvurmerki í bæði 100 m og 400 m frísvimjing, meðan hon hevði fingið bronsu í 100 m ryggsvimjing. Í gjár hevði hon so kvalifisera seg til sína síðstu finalu, sum var í 50 m frísvimjing. Her megnaði Heidi at svimja seg til enn eitt bronsumerki. Sostatt fekk føroyski svimjarin fýra heiðursmerki í teimum fimm kappingunum, sum hon tók lut í. Hon fekk tvey silvurmerki og tvey bronsumerki.