Heiðursmerkini eru kolldømd

Graveringarnar á gull- og bronsumedaljunum er ikki nóg góðar, og tí fáa allir gull- og bronsuvinnarar á Oyggjaleikunum í Hetlandi nýggj heiðursmerki sendandi eftir leikirnar

Lerwick: Lagið var einki serligt á fyrireikarunum av Oyggjaleikunum á Hetlandi, tá ið teir kundu staðfesta, at heiðursmerkini eru ikki nóg virðilig at lata teimum vinnandi ítróttarfólkunum.
Tað eru gull- og bronsuheiðursmerkini, sum ikki eru í lagi. Graveringarnar eru ikki nóg góðar, og tær skulu tí gerast umaftur.
Tað er tó vónleyst at gera øll heiðursmerkini av nýggjum hesa vikuna, tí heiðursmerkini eru serliga framleidd til leikirnar, og tað verður gjørt í Skotlandi.
 Vit hava fingið at vita, at tey, sum vinna gull og bronsu, fáa heiðursmerkini um hálsin eftir kappingarnar, og tey kunnu eisini taka tey heim við, men seinni fáa tey nýggj heiðursmerki sendandi, sigur Sølvi Reinert Hansen, formaður í føroysku Oyggjaleikanevndini.

Fáa tvær medaljur
Tey, sum vinna silvurmerki, hava onga orsøk til at stúra, tí teirra heiðursmerki er í lagi, og tey verða ikki gjørd av nýggjum.
 Tað er eitt sindur óheppið, at hetta skuldi henda , men tað er einki at gera við tað nú. Fyrireikararnir siga, at teirra veitari í Skotlandi hevur gjørt mistakið, men kanska kundu fyrireikararnir verið í eitt sindur betri tíð við heiðursmerkjunum, so tað hevði veri gjørligt at rætta mistakið áðrenn sjálvar leikirnar, sigur Sølvi Reinert Hansen.
Hann hevur einki frætt um, at luttakararnir, sum vinna gull og bronsu, skulu lata hesi aftur, áðrenn tey fáa tey nýggju heiðursmerkini.
 So tey, sum vilja hava eina originala medalju beinanvegin, skulu vinna silvur, meðan tey, sum vilja eiga tvey sett heima, skulu vinna gull ella bronsu, sigur Sølvi Reinert Hansen skemtandi.
Eitt er so púra vist, graverandi mistakið við heiðursmerkjunum fær so onga ávirkan á hugin hjá ítróttarfólkinum at vinna kappingarnar&