Fríggjakvøldið 16. november verður konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, í samband við at Heiðrikkur av Heygum í gjár gav singulin ?Jealous? út. Heiðrikkur fer við einum akkustiskum setti at spæla tónleik frá fløgu síni ?An Invisible Gun?, sum kemur út fyrst í desember. Við sær hevur hann Tóra Restorff, Heiðrun Petersen og Jón Klæmint Hofgaard, ið øll spæla við á sjálvari fløguni ?An Invisible Gun?.
Guðrið Hansdóttir og The Ghost vera eisini at hoyra hetta kvøldið.
Brot úr fløguni hoyrast á www.myspace.com/heidrik