Heiðra Pál á Kongabrúnni

Mikudagin 10. august 2011, klokkan 14.30 verður almenn móttøka fyri Pál Joensen. Svimjarin verður heiðraður fyri sítt megnaravrik á heimsmeistarastevnu í Shanghai. Móttøkan verður í hølinum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Kongabrúnni í Havn.

 

Pál Joensen setti trý norðurlendsk met í kappingini, og er nú fjórðbesti í heiminum innan 1500 m frísvimjing. Harvið er hann eisini sjálvskrivaður til Olympisku leikirnar komandi summar í London.

 

Á móttøkuni á Kongabrúnni fer Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, at siga nøkur orð. Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, og Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, fara eisini at taka orðið.

 

Móttøkan er almenn, og tí eru øll hjartaliga vælkomin at ynskja Pál væl heimafturkomnum, og at heiðra hann og hansara megnaravrik.