Hegrin í Blásenda?

Nú prýðiligt bókasavn er latið upp Heima á Sandi er at vóna, at hetta bert er fyrsta stigið til tess at mentanarrbúskapur kann lyfta oynna, men enn tykist tó ikki venda rætt við raðfesting

Tá ið viðgerð var á tingi herfyri, ið Kári P. Højgaard reisti um bókasavni og manglandi stuðulin frá landinum, rann mær til hugs gomlu søguna um hegran og tann stóra fiskin.? ?Mær tykir, at verður nøkur bók at liggja frammi á lesistovuni í Gávuni Miklu, so má tað vera fábulin um hegran. Tann góði hegri var soleiðis vorðin, at hann vildi bert hava tann stóra fiskin. Tískil stóð hann og vóð hann í tjørnini tann líðilanga dag og lata hvørt sprell og hvørt kykt gleppa sær nevi, vildi ikki taka nakra spraggu ella smásíl, tí so rúmdist ikki stóri fiskur í gørnini. Men út leið á kvøldið, og hann stóð svangur eftir. Tá ið myrkrið seig samanum hann, hevði hann onki notið av øllum tí góða, ið rakst framvið; lat alt fara, tí hann bíðaði eftir tí stóra fonginum.? ?Soleiðis tykir mær tíverri tann fólkavalda úr oynni, ið á løgtingi letur alt fara framvið. Tunnil til Dals, listaskúla, stuðul til bókasavns, onki má svølgjast, tí so verður ikki pláss fyri tí stóra fiskinum. Sjálvt tá ið umræður kommunuskuldini, er ongi loysn at hóma. Veruleikin er, at hini 32 á tingi høvdu verið hjartansfegin at strika alla kommunuskuldina í Sandoynni, um bert tunnilin var útsettur óásett. Tí samlaða kommunuskuldin er bert millum fimtanda- og tjúgundapart av teirri upphædd, ið krevst at bora fyri – ella, boringin er so dýr, at hon er ótaldar ferðir størri enn aðrar íløgur í oynni.? ?Nú áðrenn tingið fór til hús, hendi tað løgnasta í hesi tilgongd. Lógin um tunnilin varð avtikin, uttan at nærri er komið at linjuføring ella fígging. Bert tvær milliónir vórðu settar í hetta felag, sum helst verður tvingsilsavtikið, tá ið milliónirnar eru etnar. Samstundis vórðu hálvttriðjahundrað milliónir settar í tveir aðrar tunnlar – enntá við viðmerking um tann triðja. Hetta svarar til, at Gerhard stendur á Gomlu Rætt við einum stórum trailara, ið kanska akkurát sleppur umborð á Teistan; nú kemur vinmaðurin Anfinn pressandi oman við stórum oljubili við anhengara, og Mikkjal við stórum blandibili – og teir spyrja, um teir ikki ‘líka kunnu sleppa umborð fyrst.’ Gerhard bakkar, hetta eru jú hansara sonnu vinir, ikki sum hasir Kárarnir, ið mæla honum til at bíða til næsta túr vegna fíggjarliga trongstøðu; so sandoyartingmaðurin bakkar langt og biður teir vælsignaðar koyra umborð undan honum.? ?Kanska ikki so løgið, at hegrin nú er farin at jakstra annan fugl, tá ið allur fongur er farin.? ?Latið ikki alt fara við rákinum?Sandoyggin er mest forlovaða oyggj í landinum; teimum er lovað og lovað – for ofta. Var skil á, so legðist oyggin saman, fekk skuldarfrælsi, listaskúla, eftirskúla, ferðamannavinnu og skeiðsdepil, ja hvønn smáfong, ið til bar at krøkja.? ?Fyri meg er serliga vónríkt at hugsa um, at skúlaskapur á Sandoynni kann taka seg upp, tí abbi mín, barnvaksin á Mølini í Skálavík, skrivaði lærubøkur til búnaðarskúlans, ið koma skuldi. Á Norðlandinum í Íslandi er í dag búnaðarskúli tegndur at upplivingarbúskapi. Upplagt var, at ungmenni kundu lært seg bæði at ambæta neytum og ferðafólki á skúla í Sandoynni.? ?Nógvir slíkir smáfiskar kundu fylt tægurnar, eisini meðan bíðað verður eftir stórfongi.