Heglingur næstan sum tennisbóltar í Noregi

- Øll ferðsla steðgaði upp, og bilførarar noyddust at søkja sær skjól. Her vóru bilar, sum fingu fleiri buglur av heglinginum.

Hetta er tíbetur ikki tað, sum vit kenna til her í Føroyum, tá heglingur er.

 

 

Tað var ikki smávegis heglingsæl, sum í gjár rakti Åmli, sum er ein kommuna í fylkinum, Agder í Noregi.

 

Tá norska kvinnan, Kari Anne Overskeid og sambúgvi hennara, koyrdu ígjøgnum Åmli í gjár, sóu tey, at heglingur, sum var komin niður í økinum, næstan var á stødd við tennisbóltar.

 

- Eg havi ongantíð áður sæð so stóran hegling, segði hon í samrøðu við norska kringvarpið, NRK. Hon og sambúgvin høvdu verið ein túr í Treungen, sum tey rópa staðið, og har høvdu tey róð í lítlum báti.

 

Norskir miðlar vita at siga, at tað var ikki bara í Agder, at tað heglaði í gjár, og sagt verður, at stórur heglingur kom niður fleiri staðni í Telemørkini. 

 

Tá Kari Anne Overskeid og sambúgvin komu aftur til bygdina, lógu bløð og annað eftir øllum vegnum, sum grova heglingsælið hevði rivið við sær.

 

Tað sást eisini á vegnum, at heglingurin hevði gjørt um seg, eins og fleiri bilar, sum høvdu roynt at søkt sær skjól millum trøini, høvdu fingið fleiri buglur.

 

- Vit eru bara fegin um, at vit ikki vóru í økinum, tá tað heglaði, sigur Kari Anne Overskeid.

 

##med2##

 

Ein onnur kvinna, Elin Try, var stødd beint uttan fyri Åmli, tá heglingsælið gjørdi um seg í Adger. - Øll ferðsla steðgaði upp, og bilførarar noyddust at søkja sær skjól. Her vóru bilar, sum høvdu fingið fleiri buglur, leggur hon aftrat.

 

Vaktleiðari á Meteorologiska Stovninum í Noregi, Per Egil Haga, sigur, at fleiri hava vent sær til stovnin um heglingsælið, sum rakti fleiri staðni í Telemørkini og í eystara parti av Adger. 

 

- Tað er ikki so óvanligt, at heglingur rakar, eisini um summarið, men tað er ikki vanligt, at heglingurin er so stórur, sum hann var hesaferð, leggur Per Egil Haga aftrat.

 

 

 

Hetta er tíbetur ikki tað, sum vit kenna til her í Føroyum, tá heglingur er.

Henda myndin vísir, hvussu stórur - og harðfrystur - heglingurin var.