Heðin: Soleiðis verður ólavsøkan

– Vit ætla at halda eina so vanliga ólavsøku, sum møguligt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Hóast koronutølini eru høg, so verður ólavsøkan í ár, sum vit kenna hana.... Ella næstan.

 

– Vit ætla at halda eina so vanliga ólavsøku, sum møguligt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Tað verða tó nakrar avmarkingar, og tað hevur kommunan boðað frá í góðari tíð. Eitt nú at eingin midnáttarsangur verður, einki tiltak verður uttan fyri Miðlahúsið, og Skálatrø verður ikki karmur um barnaøkið.

 

– Vit fara ikki at fyriskipa tiltøk, sum savna stórar mannamúgvur. Í staðin fara vit at gera tað í smáum eindum ymsa staðni í býnum við básum, tónleiki og øðrum, sigur borgarstjórin og leggur aftrat, at einki náttarlív verður fyriskipað av kommununi, men hvat ítróttafeløgini og aðrir aktørar gera, tað blandar hann seg ikki upp í.

 

Núverandi koronustøða broytir ikki sannføringina hjá borgarstjóranum.

 

– Vit meta hetta vera ráðiligt, millum annað tí hetta er alt uttandura. Sjálvandi fara vit at biðja fólk halda frástøðu og ansa uppá hvønn annan, sigur hann.

 

Men so verður ólavsøkan nakað tað sama sum í fjør, ikki sannheit?

 

– Eitt sindur, men ikki so nógv. Vit ætla at lata eitt sindur meira upp enn í fjør. Hetta verður meira avslappað og vanligt, sigur Heðin Mortensen.

 

Tá vit tosaðu Heðin Mortensen fyri einari viku síðani um, hvussu vorðið verður við ólavsøkuni, segði hann soleiðis:

 

– Nú brýtur alt út aftur, so vit vita ikki heilt, hvussu vanlig hendan ólavsøkan verður. Men vit fylgja gongdini og bíða millum annað eftir at síggja, hvussu tað verður við G! festivalinum, segði hann.

 

Fyri viku síðani mátti G! Festivalurin avlýsa orsakað av høga smittutrýstinum og støðuni. Tí hava nógv sett spurnartekin við, um vit kunnu halda eitt so stórt tiltak sum ólavsøkuna, tá vit ikki kunnu fara á festival.

 

– Eg fari slett ikki at blanda meg upp í G! festivalin, sigur Heðin Mortensen nú.

 

Borgarstjórin hevur annars fingið tilmæli frá myndugleikunum um, at stóri konsertdagurin Voxbotn ikki eigur at haldast 31. juli, altso tveir dagar aftaná ólavsøkuna, og tí vil hann ikki loyva Voxbotn, uttan so hann fær eitt nýtt tilmæli.

 

Men har savnast væl fleiri fólk á ólavsøku enn til Voxbotn. Hevur borgarstjórin fingið tilmæli um, at ólavsøkan kann haldast?

 

– Eg havi ikki fingið tilmæli um tað, nei. Nú vóni eg, at støðan broytist til tað betra, so har ikki vera so nógvir smittutilburðir til ta tíð. Men eg eri ikki harri yvir tí. Um støðan versnar, mugu taka støðu til tað. Longu nú fari eg ikki at avlýsa nakað, tað er eingin grund til tað, sigur Heðin Mortensen.