Heðin Mortensen vil ikki tosa við KVF-journalist

- Eg havi einki álit á tíðindamanninum um sakliga viðgerð – heldur ikki hesaferð.

Tað er gjøgnumgangandi boðskapurin hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommuna, tá hann í lesarabrævi greiðir frá, hví hann ikki verður at síggja í sjónvarpsskíggjanum, tá KVF í kvøld vísir sendingina Heðin og Havnin.


Sendingin snýr seg um fíggjarviðurskiftini í Tórshavnar kommunu, og er tað journalisturin Jan Lamhauge, ið hevur framleitt sendingina.


Borgarstjórin vil vera við, at hann einki hevur móti, at verða partur av eini sending um fíggjarviðurskiftini í kommununi, men ynskir ikki, at gera bandaðar samrøðu við journalistin.


- Eg havi tó sýtt fyri at taka lut í bandaðari samrøðu við Jan Lamhauge, tíðindamann. Orsøkin er forsøgan okkara millum, sum ger Jan Lamhauge ógegnigan at viðgera mál, ið viðvíkja mær sum borgarstjóra.


- Hetta sigi eg m.a. eftir sendingina “Brandfellurnar”, har Jan Lamhauge legði meg undir at hava ábyrgd av syrgiligari vanlukku, og har fjølmiðlakærunevndin eftirfylgjandi feldi lemjandi dóm yvir journalistikkin hjá Jan Lamhauge í nevndu sending og í uppfylgjandi upptøkum.


Serliga var tað kenda samrøðan uttanfyri býráðshúsini í Vaglinum, ið hevur fest seg sum eitt ringt minni fyri borgarstjóran.


- Jan Lamhauge gjørdi eitt nú móti mínum vilja – og uttan at eg visti av tí –bandaða samrøðu við meg á Vaglinum við fjaldari mikrofon. Fjølmiðlakærunevndin segði, at hesar upptøkur bara drógu alla viðgerðina av hesum syrgiliga máli niður á eitt enn lægri stig.


- Tað undrar meg, at ein slík dundurtala frá Fjølmiðlakærunevndini ikki fær nakrar avleiðingar fyri tey tíðindafólk, sum hava viðgjørt málið, og at somu fólk við loyvi frá leiðsluni framhaldandi sleppa at gera eftir øllum at døma sama slag av sendingum um somu persónar.


Hóast borgarstjórin rættar harðan kritikk móti tíðindamanninum og leiðsluni í Kringvarpinum, sigur hann sjálvur, at hann bjóðaði seg at gera samrøðuna við annan journalist á stovninum, umframt at svara øllum spurningum frá journalistinum skrivliga.


- Hósdagin gav eg tí tíðindamanninum og leiðslu Kringvarpsins tey boð, at eg fór at lata honum skrivlig svar uppá settu spurningarnar, og at eg annars vildi taka lut í beinleiðis sending við annað tíðindafólk, um Kringvarpið hevði ynski um tað . Lítil løta gekk, so varð sjónvarpsskráin mánakvøldið ruddað og sendingin “Heðin og Havnin” kunngjørd og brellbiti latin portalum.


Hetta tulkar borgarstjórin sum eina staðfesting um, at eingin áhugi er hjá tíðindamanninum at lýsa hansara síðu av málinum


- Hetta kann geva ta fatan, at tíðindamaðurin eins og við sendingini “Brandfellurnar” ikki vil brúka tøkar upplýsingar og svar frá mær í sendingini. Eg taki tó sum givið, at Kringvarpið er so mikið at sær komið, at tað vil halda sjálvsøgdu journalistisku meginreglurnar um, at parturin, ið verður viðgjørdur og møguliga stendur fyri skotum í eini sending, eisini fær sínar grundgevingar og sjónarmið væl og virðiliga við í sendingina, so hyggjarin verður rætt upplýstur.  


Les alt lesarabrævið við at trýsta á her.