Heðin Zachariasen toppskorari

Heðin Zachariasen í Streymnesi gjørdist toppskorari til valið í nýggju Sunda Kommunu við 120 atkvøðum og fekk eina greiða álitisváttan frá veljarunum

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
 
 
 
Heðin Zachariasen, borgarsjóri í Hvalvíkar kommunu, varð fyrst valdur á valinum til nýggju Sunda Kommunu.
Heðin sigur við Sosialin, at tað fyrsta, hann fer at gera, er sjálvsagt at kalla tey, sum eru vald, saman.
- Tað er av stórum týdningi at skipa kommuna við formanni og nevndum, soleiðis at
umsitingin kann verða klár, tá kommunurnar verða lagdar saman 1. januar 2005.
Sum nakað nýtt hjá teimum, sum hava sitið í teimum ymisku kommunustýrunum, ið nú fara í søguna, er nevndararbeiði, og tað fer at gera bygdaráðsarbeiðið meira spennandi enn áður.
Heðin bjóðar seg fram til borgarstjórastarvið, og ætlar sær at leggja upp til eitt breitt samstarv.
Næstvaldur er Árni Dam við 93 atkvøðum, og síðani kemur Jógvan Mørkøre við 62 atkvøðum. Sofus Debes Johannesen, borgarstjóri við Gjógv fekk 40 atkvøður og fegnast um, at tað eydnaðist smáu kommunum at fáa umboðan í samanløgdu kommuni.
Borgarstjórin í Haldarsvíkar Kommunu, Pól Grunnveit, stillaði ikki uppaftur, men tjørnuvíkingar stóðu sterkir um sín mann, og Asbjørn J. Djurhuus var valdur við 49 atkvøðum.
Av teimum trimum listunum, sum stillaðu upp, varð listin hjá Heðini, listi C, tann sterkasti við 437 atkvøðum. Næstur kemur listin hjá Árna, listi B, við 263 atkvøðum og síðani kemur listin hjá Jógvani, listi A, við 242 atkvøðum.
Tað eydnaðist ikki Lars Gunnari Dahl Olsen, borgarstjóra í Saksun, at verða afturvaldur á valinum týsdagin. Alt annað líka, kundi hann havt verið valdur við lutakasti, um saksuningar høvdu satsað upp á eitt valevni ístaðin fyri tvey.
Tað eydnaðist tveimum kvinnum at verða valdar í nýggja bygdaráðið. Tær eru, Gurið Samuelsen úr Haldarsvík og Jana Mouritsen úr Hvalvík.
Hinir valdu eru: Kjartan S. Jensen, Oyri, Kim Durhuus, Hósvík, Jónleif Samuelsen, Haldarsvík og Trúgvi K. Joensen, Hvalvík.