Heðin við í felags áheitan

Yvirlýsingin, sum borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur undirskrivað saman við yvir 80 øðrum borgarstjórum, var seinnapartin í gjár handað heimsins stjórnarleiðarum. Umframt ta stóru veðurlagsráðstevnuna í Bella-sentrinum, hava eisini borgarstjórarnir í fleiri av heimsins størstu býum sitið og tingast um veðurlagsbroytingarnar og hvat kann gerast fyri at tálma teimum. Á ráðstevnuni, ið bar heitið »Climate Summit for Mayors«, var eisini borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, sum saman við hinum skrivaði undir eina felags yvirlýsingin.

Týsdagin komu borgarstjórarnir ásamt um orðalagið í hesi yvirlýsing, sum teir seinnapartin í gjár handaðu stjórnarleiðarunum, ið nú eru komnir upp í tingingarnar um eina altjóða veðurlagsavtalu. Vegna teir yvir 80 borgarstjórarnar var tað Michael Bloomberg, borgarstjóri í New York, ið legði yvirlýsingina fram fyri stjórnarleiðararnar.

? Vit biðja tykkum um at viðurkenna, at framtíðin hjá heimi okkara verður vunnin ella mist í heimsins býunum, siga borgarstjórarnir millum annað. Vit eru klár til at samstarva, hugsa nýtt og royna enn meira enn áður. Boð okkara til stjórnirnar eru einføld: Samtykkið víðskygd mál og byrjið at minka um útlatið nú ? og verið sannførd um, at um býirnir eru við, eru sterkir og fáa rætta tilfeingið, so geva vit tað, vit hava bundið okkum til at geva, er niðurstøðan í yvirlýsingini.