Soleiðis skrivar Jógvan Páll Lassen, advokatur, í brævi, hann hevur sent Eivindi Jaobsen á Strondum, sum í gjár skrivaði lesarabræv á Vágaportalinum, har hann legði Heðin Mortensen undir at spekulera í grundstykkum við Karlamagnusarbreyt við vinningi fyri eyga.
Hann skrivar soleiðis:
»Í grein tíni verður Heðin Mortensen lagdur undir at spekulera í grundøkjum og at umganga lógina, bæði moralskt og juridiskt, har tú – um eg skilji teg rætt – leggur hann undir at hava fingið vinning burtur úr einari sølu av partabrøvum.
Hetta er beinleiðis ósatt, og tí útspilling, og hevur Heðin Mortensen eisini greitt frá, at hann setti pening í eitt felag, men stutt eftir avhendaði hann partapeningin fyri somu upphædd.
Hann hevur sostatt á ongan hátt luttikið í nakrari spekulatión, eins og hann heldur ikki hevur umgingið lógina moralskt ella juridiskt.
Hetta eru skuldsetingar, sum, um tær verða lagdar fyri rættin, hava revsing við sær, og skal eg tí siga frá, at um tú ikki alment tekur skuldsetingarnar aftur beinanvegin og biður um umbering fyri skriving tína, verði eg noyddur at leggja málið fyri rættin við kravi um revsing og endurgjald.
Lat meg frætta aftur beinanvegin.«
Jógvan Páll Lassen Advokatur