Heðin Mortensen: Sjónleikarhúsið er ein nýggj perla

Heðin Mortensen var formaður í mentunnarnevndini, tá Perlan var tykin niður fyri 15 árum síðani. Sjálvur hevur hann tó ikki ilt við at fáa eyga á eina nýggja perlu ? Sjónleikarhúsið

? Hvat er problemið?

? Sjónleikarhúsið er ein nýggj Perla, sigur maðurin, sum á mangar hættir hevur verið sentralur, tá tað snýr seg um mentunarlívið í Havnini.

Heðin Mortensen er eisini formaður í nýggja felagnum, ið hevur staðið fyri útbyggingini av Sjónleikarhúsinum, ið nú rættiliga hevur fingið vind í seglini.

Hann vísir á ein bygning í er í sera góðum standi, og eisini er sera væl egnaður til smærri konsertir.

? Har er pallir til alskyns endamál. Tú kanst hava 350 fólk inni. Og tað ber eisini til at hava minni tiltøk. Eg haldið rætt og slætt at Sjónleikarhúsið er ein nýggj Perla, sigur Heðin Mortensen, ið framvegis eisini er næstformaður í mentunarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.


Øl og vín

Heðin Mortensen váttar eisini, at Sjónleikarhúsið søkir um skeinkiloyvi.

? Vit ætla, at tað skal bera til at keypa vín og øl á staðnum.

Fleiri tiltøk hava longu verið í nýggja, umbygda Sjónleikarhúsinum. Eitt nú hevur verið føroyskur dansur fleiri ferðir. Jazzkvøld var farna leygarkvøld.

12. september hevði Tjóðveldisflokkurin kvøldsetu, í sambandi við fólkaatkvøðuna sama dag í 1946.