Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið verða leiktar í kvøld. Í Gundadali fær B36 vitjan av EB/Streymi.
- Vit eru uppsettir og vilja gjarna sleppa í finaluna eina ferð aftrat. Trýstið er ikki størri enn tað er í eini vanligari steypakapping. Tað er ?knald eller fald? og tú skalt vinna fyri at koma víðari, sigur Heðin Askham, ið er venjari hjá EB/Streymi.
EB/Streymur og B36 hittust fyrr í ár í landskappingini, tá vann B36 2-1.
-Eg haldi ikki at ringa gongdin í byrjanini fer at ávirka avrikið í kvøld. Tí sjálvt um vit hava tapt nakrar dystir, so hava vit altíð tapt teir tepurt og hava alltíð verið á góðari leið. Vit hava havt framgongd allatíð og seinasta dystin ímóti B71 spældu vit tað besta vit hava spælt í ár, sigur Heðin Askham,
Heðin Askam gjørdist venjari hjá EB/Streymi miðskeiðis í landskappingini í fjør, tá sundalagsmenn søgdu Sigfríði Clementsen úr starvið sum venjari.
- Eg kenni væl spælararnar hjá B36. Eg veit hvat teir kunnu og hvat teir ikki kunnu og vit taka tað harfrá. Vit hava umleið sama liðið sum vit høvdu tá vit vóru á Sandi. Vit hava onkrar smáskaðar, men vit eru klárir til uppgávuna í kvøld, sigur Heðin.
Heðin Askham var venjari hjá B36 í 2008. Spurdur um hann er eyka uppsettur til dystin í kvøld sigur hann soleiðis:
- Tað veit eg ikki, jú tað kanst tú gott siga at eg eri.
Dysturin byrjar kl 18.30 í Gundadali.