HB og NSÍ hittast í fyrsta umfari

Meistararnir í HB hitta í fýra teimum fyrstu umførunum tey liðini, sum í fjør endaðu næst FM vinnarunum

Um fýra vikur fer bólturin á rull í landskappingini í fótbólti. Fyrsti dysturin verður leygardagin 6. mars, tá ið EB/Streymur í Hólmanum á Eiði fær vitjan av ÍF. Í fjør endaði EB/Streymur á sjeynda plássi, og ÍF endaði á sætta plássi.

Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari vera sunnudagin 7. Mars. Teir eru Víkingur – TB, B68 – KÍ, 07 Vestur – B36 og HB – NSÍ.

Í fjør vann HB FM, og NSÍ endaði næstfremst í landskappingini.

Tað ber ikki til at siga annað, enn at meistararnir í HB av álvara fáa seg royndar í fýra teimum fyrstu umførunum. Í øðrum umfari eigur HB heimavøll ímóti grannunum í B36, í triðja umfari skal HB spæla á útivølli ímóti Víkingi, og í fjórða umfari skal HB til Klaksvíkar.

Meðan HB í fyrstu umførunum skal spæla ímóti teimum, sum í fjør endaðu ovarlaga á talvuni, so skulu FM vinnararnir í síðstu umførunum spæla ímóti teimum, sum í fjør endaðu niðari á talvuni.

Í 24. umfari skal HB spæla í Trongisvági ímóti TB, í 25. umfari á heimavølli ímóti uppflytarunum í B68, í 26. umfari í Sørvági ímóti uppflytarunum í 07 Vestur og í síðsta umfari á heimavølli ímóti ÍF.

Kappingin endar leygardagin 30. oktober.