HB hevur keypt ein málverja afturat

Gamal kenningur fer at kappast við nýggja letlendska málverjan

HB hevur skrivað undir sáttmála við ein málverja aftrat. Fáar dagar eftir, at Teitur Matras Gestsson hevði boðað frá, at hann takkaði fyri seg, skrivaði HB undir sáttmála við letlendska málverjan Reinis Reinholds.

 

Í dag boðar HB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við ein málverja aftrat, og talan er um gamlan kenning í HB húsinum.

 

HB hevur skrivað undir sáttmála við Bjarta Vitalis Mørk. Í fjør var hann í B36, men annars hevur hann spælt við HB, burtursæð frá í 2020 tá ið hann var á Argjum.

 

Sambært FaroeSoccer hevur 23 ára gamli Bjarti Vitalis Mørk spælt 38 dystir í bestu deildini og sjey dystir í kappingini um løgmanssteypið.