Sostatt vann HB dystin 2-0. Fyrra málið gjørdi Vagnur Mohr Mortensen, tá hann beindi fríspark beinleiðis í netið.
Dysturin var annars rímiliga javnur í fyrra hálvleiki, men HB var munandi betri í seinna hálvleiki og fekk eisini tvey mál.
ÍF hevði eisini góðan møguleika at skora, tá Bartal Eliasen varð settur at skjóta brotsspark, tá støðan var 0-0 stutt eftir at seinni hálvleikur byrjaði. Men Marcin Dawid tveitti seg rætta vegin og vardi fyri.
HB - ÍF 2-0:
1-0: Vagnur Mohr Mortensen
2-0: Hendrik Rubbeksen