HB fekk gott lutakast

Fyri lítlari løtu síðani bleiv kastað lut um, hvørjum tey ymsiku meistaraliðini í Evropa skulu møta í fyrsta undanumfari í Champions League kappingini.

 

Og ikki kann sigast annað enn, at føroysku meistararnir úr HB fingu eitt gott lutakast. Teir hava nevniliga trekt íslendska meistaraliðið FH av Hafnarfirði. Hetta er bæði eitt gott lutakast ítróttarliga og fíggjarliga, tí útreiðlurnar vera ikki teir heilt stóru av eini ferð til Íslands.

 

Vinnur HB dystin ímóti FH, so er líkt til, at føroysku meistararnir møtu Apoel Nicosia av Kypros í øðrum umfari.