Marknaður
Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár tilsamans 168,7 tons av fiski fyri stívliga 2,3 miljónir krónur.
Nógv tær størstu nøgdirnar á marknaðinum í gjár vóru toskur, hýsa og havtaska.
Av hesum stívliga 168 tonsunum, vóru eini 75 tons toskur, 35 tons hýsa og sløk 30 tons havtaska.
Rættiliga javnan, tá Fiskamarknaður Føroya selir hampiligar nøgdir av fiski, og fiskasløgini eru rímiliga blandað, síggja vit, at miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt liggur millum góðar 13 og 14 krónur fyri kilo.
Soleiðis var eisini við søluna í gjár, tá miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 13,80 krónur fyri kilo.
Toskur og havtaska
Tað er serliga toskurin, sum lyftir undir miðalprísin á marknaðinum ein vanligan søludag. Hetta er bæði tí, at nøgdirnar av toski javnan eru tær størstu – og tí, at toskaprísurin vanliga liggur omanfyri miðalprísin, sum annars er á marknaðinum.
Onkrar dagar hava nøgdirnar av havtasku verið lutfalsliga størri enn nøgdirnar av eitt nú toski og hýsu, og tá síggja vit aftur ein hægri miðalprís, sum kann liggja um einar 17-18 krónur fyri kilo.
Størstu einstøku nøgdirnar á marknaðinum í gjár var toskur 3. Her fóru góð 32 tons fyri miðalprísin 14,46 krónur fyri kilo. Næst størstu nøgdirnar vóru av toski 4, og her fóru góð 28 tons fyri miðalprísin 9,83, sum ikki kann sigast at vera serliga góður toskaprísur.
Taka vit dýrasta fiskaslagið á marknaðinum í gjár, undantikið kalva, fingu 16 tons av havtasku 3 miðalprísin 23,31 krónur fyri kilo.
Lágur hýsuprísur
Sølan á Fiskamarknaði Føroya í gjár vísir enn einaferð, at prísirnir á hýsu hava ilt við at hála seg uppeftir.
Nógv hevur verið frammi um stongsul í Bretlandi fyri virkaðari hýsu úr Føroyum, og tí fer hýsa, sum verður útflutt til Bretlands, heil og óvirkað av landinum.
Við søluna á Fiskamarknaði Føroya í gjár fóru 22,4 tons av hýsu 2 fyri miðalprísin 9,04 krónur.
Næst størstu nøgdirnar vóru í støddini hýsa 3, og her fóru 10,5 tons fyri miðalprísin 10,18 krónur fyri kilo.
Besti miðalprísurin á hýsu í gjár var 11,84 krónur fyri kilo, og hetta var fyri tann størsta fiskin, tó bert 2,5 tons.
Hóast vit halda, at prísirnir á hýsu sum heild eru lágir í Føroyum, segði formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum, Símun P. Jacobsen, herfyri, at prísirnir á føroyskari hýsu ikki eru lægri enn tann prísur, sum eitt nú íslendingar og norðmenn fáa fyri sama fiskaslag.