Havsvimjing og ráa náttúran

Tað er fantastiskt, at loypa útí kalda sjógv.

I Havn eru serliga tvey støð har vit “ dyppa” , Gamla Hoyvík og Sandagerð.

Áhugin fyri havsvimjing og hav ítrotti, um tað ber til at rópa tað so, - er vaksandi.

Tað er fleiri ferð, staðfest at tað er sera heilsugott at loypa í kaldan sjógv .

Eg haldi tað er sera týdningarmikið at vit gera hetta við stórstu virðing fyri nátturini, og tað gera vit eisini.

Flest øll eg tosi við, elska tað ráa umhvørvið og ynskja tó eisini okkurt meiri.

Ein dagin fór eg saman við ungum gentun at royna havsvimjing fyri fyrstu ferð í Hoyvík.

Tá vit, sera spentar koma niðan, - standa menn og royta fugl og tað var ikki hugsingur um at loypa útí .

Vit flentu og fóru út í Sandagerð.

Søgan sigur okkum at vit øll eiga øki og at vit skulu virða at øki verður brúkt av fleiri og at eingin er viktiari enn annar her .

Havsvimjarar, teir sum eiga bát og fara eftir fugli, saman við teimum sum fiska og spæla í Sandagerið, vit skulu øll vera her.

Tað finnast fleiri sera góð hugskot til hvussu vit kunnu menna og samantvinna havsvimjing og uppruna mentan.

Eitt uppskot er flótibrúgv og sauna á landi .

Hetta frítíðarvirksemi er eitt av minum hjartamálum

 

Turið Horn

Valevni fyri Tjóðveldi