Fagraberg kemur í kvøld á Fuglafjørð at landa umleið 3.000 tons av sild. Hetta er tann fyrsta sildalastin, sum Havsbrún fær hesa vertíðina, men ætlanin er, at Fagraberg skal landa í Fuglafirði eina ferð afturat seinni.
Fagraberg hevur roynt norðuri á Svalbardsleiðini og hevur umleið 3.000 tons av sild, sum Havsbrún skal brúka til alifóður.
Havsbrún rindar millum 1,50 og 2,00 krónur fyri kilo alt eftir, hvussu feit sildin er.