Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini royndi herfyri at seta eld í málið um Hoyvíksgarð, tá hann brádliga dróg tað inn á løgting í einum fyrispurningi til landsstýrið.
Hetta var eftir mínum tykki sera óhóskandi, tí stutt frammanundan hevði hann sjálvur í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar Býráðs verið við til at gera avtalu við bóndan um, at bóndin og tekniska umsitingin skuldu tingast um málið.
Støðan í málinum er í stuttum, at fleiri áhugamál stoyta saman í Hoyvíks-haganum ella á Vatnaskørðum beint nú.
Kommunan arbeiðir við eini nýggjari heildarætlan fyri útbygging av Tórshavnar býi. Hendan ætlan fevnir um stórar ætlanir um fleiri sethúsagrundir í Hoyvíkshaga komandi 20-25 árini. Ætlanin fevnir eisini um beinanvegin at leggja pláss av til ein golfvøll á nakað somu leið.
Frammanundan er Hoyvíksgarður har uppi. Bóndin metir, at hann hevur brúk fyri meira lendi, enn honum er ætlað, skal hann fáa nóg góðan rakstur. Tí vil hann tryggja sær partar av sama lendi, sum onnur hugsa sær til sethús og golfvøll.
Har stendur málið í dag.
Tað seinasta, vit í byggi- og býarskipanarnevndini vita um málið, er, at bóndin á Vatnaskørðum og tekniska umsitingin eftir samtykt í nevndini skula tingast um møguleikarnar fyri at byggja garðin út, og hvussu hesar ætlanir kunnu saman-sjóðast við nýggju heildarætlanina, sum er í stoypi-skeiðini.
Tað harmar meg at síggja, at bæði býráðsfor-maðurin og næstformaður hansara fara so harðliga fram ímóti málinum, með-an tað er til viðgerðar mill-um bóndan og teirra, sum kommununnar vegna ar-beiða við heildarætlanini.
Fái tað ikki til annað enn, at leiðslan í býráðnum ynskir bóndagarðin hagar piparið grør, so sum mest av Hoyvíkshaganum kann leggjast undir asfalt og betong.
Hetta hevur ikki verið støðan í byggi- og býarskipanarnevndini. Har havi eg hildið meginpartin av limunum taka undir við, at so nógv fyrilit, sum til ber, verður víst landbúnaðinum í kommununi.
Tessvegna hava vit sett partarnar saman at vita, hvat teir kunna koma ásamt um.
Tí tað forpliktar, um vit vilja tað ella ei, at Tórshavnar Kommuna í dag eisini er landsins størsta landbúnaðarkommuna.