Nógv fólk var samankomið á Norðuratlants Bryggjuni, tá framsýning um Havnina lat upp í dag. Fleiri enn 120 fólk møttu upp, tá framsýningin TÓRSHAVN ? Arkitektur & Identitet, varð sett í Norðuratlants Bryggjuni seinnapartin í dag.
Heðin Mortensen, borgarstjóri setti frágera hugvekjandi framsýningina, sum vísir fagrastu støðini í Havn.
- Við hesari framsýningini ynskja vit at geva dønum betri innlit í søguna hjá býnum og landinum sum heild, umframt sjálvandi, at vísa, hvussu einastandandi ein býur Havnin er, sigur Helga Hjörvar, stjóri í Norðuratlants Bryggjuni.
Framsýningin verður opin til sunnudagin 18. mai 2008.