Havnarmenn vunnu toppdystin

TALV Sandavágsmenn ætlaðu at hilda fast um oddasessin, tá havnarmenn vitjaðu í vikuskiftinum í 4. umfari í bestu deildini. Og spenningur var eisini til seinasta leik, men tá tað var liðugt, høvdu havnarmenn køvt ætlanunum hjá oddaliðnum. Teir vunnu 2,5-1,5 og eru nú fremstir í 1. deild saman við júst sandavágsmonnum.

ST - HT
Olaf Berg - Helgi D. Ziska 0-1
Carl Eli N. Samuelsen - Hans K. Simonsen 0,5-0,5
Rógvi E. Nielsen - Herluf Hansen 0-1
Torkil Nielsen - Sigurð Justinussen 1-0

Klaksvíkingar nærka seg toppinum eftir stórsigur á Sandavágur 2. Og Vestmenningar gjørdu vunnu eisini greitt á Klaksvík 2 og tevja nú somuleiðis oddaliðini.
Liðkappingi fer nú í jólafrí og 5. umfar verður 9. januar

Úrslit í 4. umf:
Sandavágur-Havnin: 1,5-2,5
Klaksvík - Sandavágur2: 3,5 - 0,5
Klaksvík2 - Vestmanna: 1-3

Støðan:
Havnin 11,5
Sandavágur 11,5
Klaksvík 9,5
Vestmanna 9,0
Klaksvík2 5,5
Sandavágur2 1,0