Longu í góðveðrinum í gjárkvøldið vóru bátar ymsastaðni frá komnir í bátahylin í Søldarfirði, meðan bíðað varð eftir stóra bátafagnaðinum á Toftum í dag. Í Søldarfirði høvdu tey fyrireikað seg væl til kvøldið. Úr teltinum, uppsett á keiini til gestirnar, ljómaði harmonikuspæl og sangur um havnarlagið. Væl var gjørt burturúr: Sanghefti til gestirnar og fyrireikararnir, Kongshavnar Frítíðarsiglarar, høvdu kynt upp í grillunum og bjóðaðu gestunum mat og drekka. Huglagið var gott og gestablídni stórt.
Myndin er tikin umleið kl. 23.00 í gjárkvøldið.
Í dag savnast so bátarnir í Skálafirði og sigla út á Toftir, har teir koma í havnina uml. 14.
Rás2 er á staðnum. So okkurt áhugavert man fara at verða at hoyra á rásini í dag.