Havnarfólk skulu hava húsið aftur

SJÚKRAKASSIN Húsið hjá Havnar Sjúkrakassa skal koma havnarfólki til góða, siga limur í umboðsráðnum, nú avgerðin skal takast um lagnuna hjá hesum stóra húsi mitt í Havn

- Tað eru havnarfólk, sum hava goldið fyri húsið hjá Havnar Sjúkrakassa og tí skal húsið nú latast havnarfólki aftur, nú sjúkrakassin er avtikin.
Tað halda limir í umboðsráðnum í Havnar Sjúkrakassa.
Í næstu framtíð skal avgerð takast um lagnuna hjá húsinum hjá Havnar Sjúkrakassa og sum tað sæst her á síðunum, er ikki semja um, hvussu málið skal avgreiðast.
Men fyri teir báðar umboðsráðslimirnar, Ingrið Henriksen og Solveig Isfeldt, er ongin ivi.
Tær staðfesta, at beint fyri jól í fjør samtykti umboðsráðið at selja Tórshavnar Kommunu húsið fyri ein rímiligan penga.
Men síðani tá er onki hent og tær báðar halda, at tað eru hóttanir um endurgjaldskrav, sum er umrøtt í øðrum greinum her á síðunum, sum hava elvt til, at summi hava hug at slaka við teirri avleiðing, at stígur er komin í málið.

Rímiligt
Men í teirra hugaheimi er ongin ivi um, at hendan avgerðin skal staðfestast.
- Havnarfólk skulu hava húsið aftur, sum tey hava goldið fyri.
Tey staðfesta, at tey, sum eru vald í nevnd og umboðsráð hjá Havnar Sjúkrakassa, hava eitt einasta endamál og tað er at røkja áhugamálini hjá limunum í Havnar Sjúkrakassa og ongum øðrum.
- Tað eru borgararnir í Havn, sum alt teirra vaksna lív hava goldið í felagskassan og tí er ikki meiri enn rímiligt, at húsið fellur aftur til tey, sum hava goldið.
Tey eru eisini sannførd um, at tekur Heilsumálaráðið ræðið á ognunum hjá Sjúkrakassanum, er tað ognartøka og tað er ólógligt, sama hvør semja er gjørd.
- Tað er so ongin semja gjørd við umboðsráðið, sum er evsta vald, leggja tær afturat.
Tí vilja tær báðar hava eina løgfrøðiliga meting av støðuni, áðrenn endalig avgerð verður tikin.
Tær hava longu tosað við løgfrøðingar sum halda, at tað er sera ivasamt, um heimild er fyri at taka ræðið á ognunum hjá Havnar Sjúkrakassa, tí so er talan um ognartøku.

Hevur ræðið
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, er ikki samdur í, at talan er um ognartøku.
- Vit hava gjørt semju við Meginfelagið Fyri Føroyskir Sjúkrakassar um, at fæið hjá øllum sjúkrakassunum skal í ein sjúkrakassagrunn, sum verður ein sjálvstøðugur grunnur, óheftur at landskassanum.
- Fæið hjá sjúkrakassunum er ogn hjá øllum føroyingum, tí øll hava verið tvingað at vera í einum sjúkrakassa og tí verður ein grunnur stovnaður, sum skal brúkast til almannagagnlig endamál.
- Harafturat stendur tað í lógini fyri Sjúkrakassan, at verða sjúkrakassarnir avtiknir, er tað landsstýrismaðurin, ger av, hvussu ognirnar brúkast.
- Tí kunnu sjúkrakassarnir ikki sjálvir ráða yvir ognunum, tá ið teir verða avtiknir.
Men av tí, at sjónarmiðini vóru ymisk, hevði tað uttan iva henda við einum rættarmáli. Nettupp tí vórðu samráðingar tiknar upp við Meginfelag føroysku Sjúkrakassa fyri at sleppa undan rættarmáli og har er ein semja gjørd.
- Men málið skal so eisini leggjast fyri Løgtingið, sum so tekur endaligu avgerðina og uppskot verður lagt fyri Løgtingið, so skjótt, Havnar Sjúkrakassi hevur tikið eina avgerð, sigur Poul Geert Hansen.

Vóna at avgerðin fellur fyrsta dagin

Áki Bertholdsen

- Vónandi verður málið avgreitt fyrsta dagin.
Tað sigur Óli Reinert, næstformaður í Havnar Sjúkrakassa.
Hann staðfestir, at hóast tað er langt síðani, at sjúkrakassarnir vórðu avtiknir og Heilsutrygd varð stovnað, hevur tað ikki enn eydnast at koma ásamt um ognirnar hjá Havnar Sjúkrakassa, men nú vónar hann, at tað kann avgreiðast.
Sum tað stendur aðrastaðni her á síðunum, er ein spurningur, um húsið skal seljast Tórshavnar Kommunu fyri minni enn marknaðarprís við teirri avleiðing, at nevnd og umboðsráð kunnu verða stevnd eftir endurgjaldi.
- Tað, sum Umboðsráðið skal taka støðu til, er, um vit eru til reiðar at taka tann vágan á okkum at selja fyri undirprís, har vandin er, at vit afturfyri fáa eitt persónligt endurgjaldskrav upp á fleiri milliónir, sigur Óli Reinert.
- Trupulleikin er, at húsið er virðismett til átta milliónir, men so nógv er Tórshavnar Kommuna ikki sinnað at keypa tey fyri.
Hin møguleikin er so at selja til tann, sum bjóðar mest, ella at lata húsið fylgja við inn í Sjúkrakassagrunnin.
- Páhaldið úr Heilsumálaráðnum er, at vit hava skyldu til at fáa sum mest burtur úr ognunum, tí húsið er almenn ogn og tað kunnu vit ikki loyva okkum at selja fyri undirprís.
- Selja vit tað kortini fyri undirprís, kann endurgjaldskrav verða reist ímóti teimum í nevndini og umboðsráðnum, sum hava tikið tað avgerðina.

Semja
Næstformaðurin í Havnar Sjúkrakassa er greiður yvir, at eitt sjónarmið er, at talan er um ogn hjá Havnar Sjúkrakassa og at ongin kann taka ræðið á teimum, tí tað er ognartøka og tað er ólógligt.
- Men síðani er ein avtala gjørd ímillum Meginfelag Føroyska Sjúkrakassa og Heilsutrygd um, at fæið hjá øllum sjúkrakassunum í landinum skal í ein sjúkrakassagrunn, sum skal stuðla almannagagnligum heilsutiltøkum.
- Hetta er ein avtala, sum nevndin í Havnar Sjúkrakassa hevur verið við til at gera og sum nevndin hevur tikið undir við.
Men hann staðfestir, at tað eru limir í umboðsráðnum, sum ikki eru samdir í hesum, men sum heldur vilja lata Tórshavnar Kommunu húsið fyri minni enn marknaðarprís og kanska við ávísum treytum um, hvat húsið skal brúkast til.
- Tað er hetta, sum støða skal takast til í næstu framtíð, sigur Óli Reinert.
2 milliónir

Hóast húsið hjá Havnar Sjúkrakassa er virðismett til átta milliónir, heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at tvær milliónir er ein meiri hóskandi prísur.
- Vit hava fingið eina byggikøna meting av húsinum og tað er í vánaligum standi, so tað skal nógvur peningur brúkast upp á tað, bæði innan og uttan, sigur hann.
- Tað er í øllum førum ikki meiri enn tvær milliónir vert, leggur hann afturat.
- Tað hevði verið eitt fantastiskt hús hjá kommununi at átt, tí tað liggur so ómetaliga væl fyri mitt í býnum, sigur hann.
Hann sigur, at hugskotið hevur verið frammi um, at Tórshavnar Kommuna skal ogna sær húsið til eitt trivnaðarhús.
Fær kommunan húsið, kundi hann hugsa sær, at tveir kommunu læknar verða í niðastu hædd í eina tíð fram, men at restin av húsinum verður brúkt til eitt trivnaðarhús.
- Vit halda, at tað er ikki annað enn rímiligt, býurin fekk húsið aftur, sum borgararnir hava goldið fyri, leggur hann afturat.
Men sum tað skilst, at verður húsið selt, er tað eitt krav, at tað verður selt hægstbjóðandi.
Og har verður kommunan ikki við, skilst á honum.
Hendir tað, verður úrslitið helst, at okkurt snilt handilsfólk ognar sær húsið til onkur endamál.
- Hvør hevur so vunnið, spyr hann. Spurningurin er um húsið ikki var frægari farið sum eitt almannagagnligt hús mitt í Havnini.
- Tá mátti tað verið virðiligari at havnarborgarar fingu húsið aftur, leggur hann afturat.
Heðin Mortensen, sum eisini er limur í umboðsráðnum fyri Havnar Sjúkrakassa, reisir eisini spurningin, sum verðru reist í aðrari grein her á síðuni og tað er: Hvør eigur húsið.
- Tað er ein spurningur, eg kundi hugsa sær mær at fingið greiði á, sigur borgarstjórin.
Og sum tað sæst í øðrum greinum her á síðuni, er hann ikki einsamallur um tað sjónarmiðið.
Les eisini greinina: Hótta við endurgjaldskravi upp á fleiri milliónir.