Nú verður roynt at lætta um trýstið, ið hevur verið á kommunulæknunum í Tórshavn og Skálafjørðinum. Løgtingið hevur nú samtykt at hækka játtanina til kommunulæknaøkið, og merkir tað, at tvey nýggj størv verða skapt í høvuðsstaðnum og við Skálafjørðin.
Í vikuskiftis-Sosialinum frá 14. juli bleiv ljós varpað á kommunulæknatrotið í Føroyum, og víst varð á, at støðan er serliga ring í høvuðsstaðnum og Skálafjørðinum, har kommunulæknar hildu aftur at søkja leys størv, tí arbeiðsbyrðan var ov høg.
Ein av trupulleikunum var, at ov nógvir sjúklingar vóru til hvønn lækna, men tað verður nú broytt, sambært Heilsu- og Innlendismálaráðnum, ið hevur sent eitt tíðindaskriv til fjølmiðlarnar.
- Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur í viðmerking, at hon fer beinanvegin at heita á Heilsutrygd um at lýsa størvini leys, so tey kunnu verða sett skjótast gjørligt, skrivar ráðið í tíðindaskrivi.
Upplýst verður eisini, at landsstýriskvinnan og borgarstjórarnir í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum eru samd um, at ein av teimum nú tilsamans fýra kommunulæknunum í Skálafjarðar læknadømi fer at halda til í viðtaluhølunum á Strondum.