Longsti vatnrutsjibani í landinum skal vera í Havn, eru boðini frá Tórshavnar býráð. Rutsjibanin, sum verður settur upp í desembur, verður 72,3 metrar til longdar.
Í kvøld kemur málið fyri á býráðsfundi og mangt bendir á, at tað verður samtykt. Í øllum førum hava Bogi Andreasen, Helena Dam á Neystabø og Tróndur Sigurðsson longu kunngjørt, at málið verður samtykt.
Rutsjibanin verður settur upp í desembur og samstundis verður svimjihøllin útbygd og gjørd meiri barnavinarlig.
Útbyggingin fer at kosta 3,2 milliónir, og sambært býráðslimunum er avtala longu gjørd við Aquaplan Aps um at gera skitsuuppskot og kostnaðarmeting. Tað er Hydro Sport, sum hevur bjóðað sær at veita og seta rutsjibanan upp.