Havnarfólk fáa ikki nýggjan kommunulækna á hesum sinni

Hóast ein umsøkjari var til eitt av leysu kommunulæknastørvnunum í Suðurstreymoyar læknadømi, tá Heilsutrygd í vetur søkti eftir nýggjum kommunulæknum, so verður tað ikki enn á sinni, at havnarfólk fáa ein kommunulækna aftrat. Eftir at hava verið til samrøðu við setanarbólkin valdi umsøkjarin nevniliga ikki at taka við starvinum. Tað upplýsir Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.


- Viðkomandi er ikki settur í starv, og verður heldur ikki settur í starv á hesum sinni. Tað bar ikki á mál við tí setanini. Tað vóru ávís viðurskiftir, ið er orsøkin til tað, sigur Egil á Bø, ið tó ikki ynskir at lýsa tær nærri.


Kommunulæknatrot: Glottar at hóma


Tá Sosialurin í november viðgjørdi trotið á kommunulæknum í Føroyum, kundi blaðið staðfesta, at tað vóru 8.239 havnarborgarar, ið ongan fastan kommunulækna høvdu, tí fleiri viðtalur eru mannaðar av skiftandi avloysarum. 


Sum støðan er í løtuni, so eru tólv kommunulæknaviðtalur í Suðurstreymoyar læknadømi. Av teimum tólv eru átta mannaðar við kommunulæknum í føstum starvi, tó at ein teirra er í farloyvi, meðan fýra viðtalur eru mannaðar av avloysarum.


Kommunulæknar í Suðurstreymoyar læknadømi hava áður funnist at, at arbeiðsbyrðan er ov tung, tí ov nógvir sjúklingar eru til hvønn lækna. Politiski myndugleikin hevur tikið hetta til eftirtektar, og arbeiðir Heilsutrygd og Tórshavnar kommuna í løtuni við at uppnominera talið av kommunulæknum í Suðurstreymoyar læknadømi, so at færri sjúklingar verða til hvønn lækna.


Tað var í november at Heilsutrygd seinast søkti eftir kommunulæknum og eydnaðist tað tá at fáa fýra umsóknir til ellivu leys størv. Síðan hevur Heilsutrygd sett tríggjar av umsøkjarunum í starv í Skálafjarðar læknadømi, Vága læknadømi og Norðoya læknadømi.