Havnar Hornorkestur og Tvøroyrar Hornorkestur í SALT

Havnar Hornorkestur streamar konsertina.

Sunnudagin tann 4 novembur kl 14:30 verður ein forvitnislig konsert vid Havnar Hornorkestri og Tvøroyrar Hornorkestri í SALT.



Havnar Hornorkestur hevur ikki spælt í Suðuroynni síðan ta
tiltiknu og navnframu stuðulskonsertina í saltsiloini, sum var tann 15 mai fyri
átta árum síðani. Ein oyrahangari frá júst hesari konsertini var Potpourri
Tvøroyri við Havnar Hornorkestri, sum bleiv ein landaplága.



Tvøroyrar Hornorkestur hevur 40 ár á baki í ár, og bleiv
hetta heiðrað við einum braki av einari konsert fyrr í ár í SALT, so
felagskonsertin er sjálvandi eisini ein heiðran av teimum 40 árunum við
hornblástri. Fólk kunnu vænta eina lætta konsert við horntónleiki, ið fevnir
rættiliga víða, og hvør veit, um ikki Potpourri Tvøroyri verður eitt felags
nummar, ið verður at hoyra á konsertini.

 

Teir, ið stjórna orkestrunum, eru navnarnir Tróndur Olsen og Tróndur Enni.



Havnar Hornorkestur hevur eina blandaða konsertskrá, við einum marsji, poppløg hjá Stevie Wonder og Elton John, klassiskur tónleikur av Debussy, ein nýggj útseting av føroyskum sálmi,
og ein euphonium duett.

 

Havnar Hornorkestur streamar konsertina á facebook vanga sínum. Hetta er nakað tey hava gjørt tey síðstu 2 árini. Tey undirstrika altíð, at tónleikurin upplivist best á staðnum, so ein
bæði hoyrir, sær og følir stemningin og ljóðið. Men tað er eitt gott høvi hjá
teimum, sum ikki fáa verið staðar, at hoyra konsertina.

 

 

 

Tvøroyrar Hornorkestur spælir kendan Brass tónleik, millum annað kenda norska lagið Bruremarsj eftir Jan
Magni Førde.